Royal Greenland yvirtikið størsta trolaran

Skipið er spildur nýtt og bygt í Spania. Jógvan Tróndarson verður skipari á stásiliga skipinum

2019-12-06 06:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Mánadagin yvirtók grønlendska reiðaríið Royal Greenland nýggja trolaran Avataq, sum er størsta skipið hjá felagnum.

Skipið, sum er bygt á sponsku skipasmiðjuni Murueta í Bilbau, skal førast av rokskiparanum Jógvan Trondarson, sum hevur siglt hjá felagnum í nógv ár.

- Vit hava yvirtikið skipið, men framvegis er okkurt arbeiði, sum skal gerast umborð áðrenn klárt verður at sigla. Vit vænta at vera í Nuuk tann 3. januar, og ætlanin er at fara til fiskiskap dagin eftir, sigur Jógvan Tróndarson, skipari við heimasíðuna hjá Royal Greenland.

Avataq er 82,30 metrar langur og heili 18 metrar breiður, og hevur eina lastiorku á 2850 kubikmetrar. Talan er um eitt sera nútímans skip, sum skal fiska svartkalva og rækjur, og hevur eina maskinorku á 10.000 hestakreftir.

30 mans skulu sigla við skipinum, sum skal fiska í grønlendskum sjógvi og í Barentshavinum.

Skipið skal doypast í Nuuk 18. januar, og høvið verður at síggja skipið sama dag, skrivar Royal Greenland á heimasíðu síni. 

Skipið kemur á Havnina beint fyri jól, áðrenn farið verður víðari til Grønlands.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder