Innanlands

Royna at sløkkja tað síðsta

Enn er ógreitt, hví eldur kom í Slættaberg fyrr í kvøld. Enn logar nakað undir brúnni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-23 21:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upptøka: Dávur Winther

--

Klokkan 18:55 í kvøld fekk løgreglan fráboðan um eld umborð á Slættaberg, sum liggur við bryggju á vestara armi Klaksvík.

[object Object]Tað sá ógvusligt út, og løgreglan fekk nógvar fráboðanir um eldin, sum sást væl úr nærum øllum býnum (Mynd: Jan Danielsen)

Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk tamt eldin sum fyri tað mesta var á brúnni. Men enn logar undir brúnni har kahúttir og annað eru, og roynt verður nú at sløkkja tað síðsta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

[object Object]Soleiðis sá út um hálvgun átta tíðina, men enn - nú klokkan er hálvgun tíggju - er eldurin framvegis ikki sløktur (Mynd: Jan Danielsen)

Tá eldurin er sløktur skal kannast, hví eldur kom í skipið. Tað mesta var sum skilst tikið úr skipinum, sum eftir ætlan skal seljast til upphøggingar.

Gamli Smaragd
Slættaberg sum eldur kom í, í kvøld, er gamli Smaragd, og hevur hoyrt til Kósina seinastu nógvu árini. Í 2020 varð skipið avloyst av Grønanes, sum varð keyptur úr Vestmanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder