Seinastu tíðina eru fleiri fiskiskip, sum hava frystilast, seld til Russlands.
Seinasta dømið er íslendski verksmiðjutrolarin Vilhelm Thorsteinsson, sum íslendska fyritøkan Samherji eigur.
Vilhelm Thorsteinsson er bygdur í 2000, og kom sum nýbygningur til Íslands, har skipið hevur verið eitt av teimum bestu skipunum í flotanum.
Síðan skipið kom í íslendska fiskiflotan, hevur skipið fiskað 968.000 tons, og gjørt 820 landingar. Árliga hevur skipið landað umleið 53.000 tons.
Í síðstu viku landaði Vilhelm Thorsteinsson sína síðstu last undir íslendskum flaggi, og skal nú riggast til at latast nýggju eigarunum í russlandi.
Samherji skrivaði fyrr í heyst undir sáttmála við Karstensens Skibsværft um nýbygging av einum nýggjum og framkomnum uppsjóvarskipið, sum hevur kølitangar, og ikki frystilast, eins og Vilhelm Thorsteinsson hevur.
Nýggi Vilhelm Thorsteinsson verður latin í 2020.
Seinastu tíðina hava russar keypt fleiri fyrstiskip, og hava eisini undirskrivað sáttmállar um at byggja nýggjar og stórar frystitrolarar.
Sjúrðarberg, sum seinasti árini hevur verði annað skipið hjá JFK í Barentshavinum, varð seldur úr Klaksvík til Russlands í summar.
Les eisini: Íslendarar byggja tvey nýggj nótaskip í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald