Uttanlands

Íslendarar byggja tvey nótaskip í Danmark

Íslendsku reiðaríini Samherji og Síldarvinnslan í Íslandi, hava skrivað undir sáttmála uppá tvey nýggj uppsjóvarskip

Nýggi Børkur (Mynd: Karstensens Skibsværft)

Nýggi Børkur (Mynd: Karstensens Skibsværft)

2018-09-13 08:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um tey framkomin uppsjóvarskip, sum skulu byggjast á Karstensens skibsværft í Skagen.

Nýggju skipini skulu avloysa Vilhelm Tórsteinsson og Børk. 

Skipini, sum verða 88 metrar lang, og 16 metrar breið, skulu latast í 2020.

Samherji hevur júst selt núverandi Vilhelm Tórsteinsson, sum er bygdur í 2000, og sum frystir veiðuna umborð, til eitt russiskt felag, og Síldarvinnslan sigur, at tá nýggi Børkur verður klárur, so verður núverandi Bøkur átta ár, og tá er tíð at skifta skipið út.

Skipini skulu fiska bæði til matna og til fóður, og talan verður um makrel, sild, svartkjaft, lodnu og annan uppsjóvarfisk.

Skipini hava fingið eitt heldur øðrvísi snið, enn tey undanfarnu skipini, sum er bygd í Skagen. Skrokkarnir verða bygdir í Pólandi, og skipini verða síðan sleipað til Skagen, har tey verða gjørd liðug.

Nýggju skipini fara at lasa umleið 3500 tons, og 16 mans skulu sigla við.

Nýggi Vilhelm Tórsteinsson - Karstensens Skibsværft
Nýggi Vilhelm Tórsteinsson (Mynd: Karstensens Skibsværft)
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder