2020-01-13 23:04
Danska uppsjóvarskipið Ruth hjá føroyinginum Gullak Madsen, kom á Kollafjørð í gjár.
Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og hava landað 900 tons til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Á Kollafirði liggja nógv skip, sum bíða til veðrið batnar, so tey kunnu fara aftur til fiskiskap.
Íslendsku skipini Aðalstein Jónsson og Margret skulu fiska svartkjaft, meðan Ruth helst fer aftur á makrelveiðu.
Eisini Norðingur, sum er gamla Ruth, liggur á Kollafirði, har teir bíða eftir veðrið batnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald