Ruth inni við umleið 800 tons í Týsklandi

Danska uppsjóvarskipið skal landa umleið 800 tons av sild í Týsklandi

Savnsmynd (Mynd: Pol M Jensen)

Savnsmynd (Mynd: Pol M Jensen)

2020-07-27 06:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Ruth, sum í síðstu viku fór til fiskiskap eftir at hava ligið í Hirtshals seinastu tíðina, har skipið eitt nú hevur fingið eyðkendu litirnar hjá reiðarínum, hevur verið á sildaveiðu.

Ruth hevur fiskað í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Ruth plagar at landa sild í Týsklandi, og tað hava teir gjørt aftur í ár. Teir komu inn í nátt við umleið 800 tonsum av sild.

Tá ið Ruth hevði landað, fóru teir aftur á sildaveiðu í Norðsjónum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder