Innanlands

Ruth longu komin aftur á Fuglafjørð við svartkjafti

Danska uppsjóvarskipið skal landa 1700 tons til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-03-30 21:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Ruth, sum føroyingurin Gullak Madsen eigur, er longu komin aftur á Fuglafjørð at landa.

Tað eru einans fýra dagar síðan Ruth fór av Fuglafirði, og aftur til fiskiskap.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi vestanfyri Írland, og hava aftur hesaferð 1700 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Upplýst verður, at teir fáa 2 krónur kilo fyri svartkjaftin hjá Havsbrún.

Tá ið Ruth hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap. 

Sí eisini: Myndir: Ruth á Kvívík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder