2020-04-11 11:49
Uppsjóvarskipini Ruth úr Hirtshals og Christian í Grótinum úr Klaksvík, skulu bæði landa svartkjaft til Havsbrún.
Ruth hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, meðan Christian í Grótinum hevur fiskað í ES og føroyskum sjógvi.
Christian í Grótinum verður á Fuglafirði um middagsleitið, meðan Ruth verður á Fuglafirði seint í kvøld.
Ruth, sum skal landa fyrst, hevur 1650 tons av svartkjafti, meðan Christian í Grótinum hevur 1900 tons, og sleppur framat í morgin.
Christian í Grótinum (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald