Uttanlands

Ruth skal latast nýggju eigarunum í morgin

Danska uppsjóvarskipið er málað grønt, nú tað er selt til Noregs, og Gullak Madsen fær handað ein nýbygning næsta summar

Mynd: Pól M Jensen

Mynd: Pól M Jensen

2020-02-03 20:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið, sum Gullak Madsen úr Kvívík hevur selt, liggur í Skagen, har tað millum annað verður málað.

Skipið fær nú grøna litin, sum norska reiðaríið brúkar til síni skip, og í morgin yvirtaka nýggju eigararnir skipið, sum fær navnið Slaaterøy.

[object Object](Mynd: Pól M. Jensen)

Ruth varð handað donsku eigarunum í 2016, og kostaði tá yvir 250 milliónir krónur.

Hetta var samstundis fyrsti nýbygningurin, sum Ruth A/S lat byggja, og var tað Karstensens Skibsværft, sum bygdi skipið. Tað er eisini hendan skipasmiðjan, sum skal byggja nýggja uppsjóvarskipið til Ruth A/S.

[object Object](Mynd: Pól M Jensen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder