2020-04-23 06:23
Danska uppsjóvarskipið Ruth úr Hirtshals, kom á Fuglafjørð fyrr í vikuni, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, og landa aftur hesaferð í Fuglafirði, har Havsbrún tekur ímóti teimum umleið 1600 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað hendan túrin.
Tað er long bíðitíð í Fuglafirði í løtuni, og tí sluppu teir ikki framat fyrr enn í dag.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svarktjafti.
Fleiri skip liggja og bíða eftir landingartørni. Aftaná Ruth skal íslendska uppsjóvarskipið Huginn landað og síðan Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald