
- Gongdin í ár líkist nógv henni í fjør, men fiskurin hevur verið størri. Vit hava nærum roynt á somu leiðum sum síðsta ár, men verið heldur djypri.
Tað sigur Tummas Johansen, skipari á Fuglberg, sum samtrolar við Skoraberg eftir gulllaksi.
-Eg haldi, vit kunnu lata væl at fiskiskapinum, og so hava skipini eisini gjørt brúkiligar túrar á Ytstabanka ella “Lúsabankanum”, sum hann eisini verður róptur. Har hava skipini ikki fingið gulllaks í fleiri ár, so tað er vónandi eitt dámligt tekin, sigur Tummas Johansen.
Sjey mans eru við hvørjum skipi.
Fuglberg tók ís á Toftum á middegi í dag, áðrenn teir fóru nýggjan túr.
Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og heilsaði uppá menninar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald