Innanlands

Samráðingarnar um at býta uppsjóvarfisk byrja fyrst í komandi ári

Føroyar, Bretland, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland eru samd um mest loyvdu veiði fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel, og samráðingar um býtini byrja fyrst í komandi árinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-29 07:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir samráðingar í London millum strandarríkini í seinastu viku og hesa vikuna eru Føroyar, Bretland, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland samd um mest loyvdu veiði fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel á ávikavist 752.736 tons, 598.588 tons og 794.920 tons fyri 2022.

Londini eru eisini samd um at seta vísindaligar bólkar at savna saman alt taltilfar um havrannsóknir og fiskiskap viðvíkjandi makreli og svartkjafti, eins og longu verður gjørt viðvíkjandi norðhavssild.

Sostatt vóru øll mál viðvíkjandi teim trimum uppsjóvarstovnunum avgreidd í London hesar dagarnar, uttan stóru spurningarnir um býtini.

Samráðingarnar um býtini byrja fyrst í komandi ári, tá ið samráðingar verða í Keypmannahavn um svartkjaft og norðhavssild undir ávikavist føroyskum og bretskum formansskapi og í London um makrel undir bretskum formansskapi.

Í London hesa vikuna samdust Føroyar og Bretland eisini um at byrja árligu samráðingarnar um sínámillum fiskirættindi í Tórshavn í døgunum 23.-24. november 2021.

Fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder