Altjóða samstarv: Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, hevur undirskrivað samstarvsavtalu millum NMBU (Norges miljø- og biovitenskapelige universitet) og P/F Fiskaaling. Endamálið er at lata upp fyri møguleikum at samstarva um gransking, starvsvenjing og vitanardeiling. Eisini starvsfólk fáa møguleika at virka í longri ella styttri tíð hjá hjørjum øðrum. Talan er um eitt sokallað memorandum of understanding.
NMBU er ein altjóða viðurkendur fróðskapar- og granskingarstovnur, sum m.a. umfatar aling, umhvørvi, burðardygga menning, fólka- og djóraheilsu, veðurlagsavbjóðingar, varandi orkukeldur, matframleiðslu umframt økis- og tilfeingisumsiting.
Fiskaaling bjóðar lesandi frá NMBU at gera størri og smærri granskingaruppgávur á Fiskaaling í Føroyum, meðan starvsfólk frá Fiskaaling kunnu luttaka á eitt nú EVU-skeiðum á NMBU.
- Vit vænta, at samstarvið fer at gagna Fiskaaling og menning av føroyskari aling á fleiri økjum – ikki bara sum fyritøka, men eisini einstøku granskararnir hjá okkum fáa við hesum serligar møguleikar at styrkja og menna sínar førleikar í einum viðkomandi umhvørvi. Hinvegin haldi eg eisini, at NMBU fær gagn av teirri serfrøði, sum Fiskaaling kann bjóða, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, í eini viðmerking.
Avtalan er galdandi fyri 5 ár, og kann síðani leingjast við nýggjum 5 ára skeiðum, um partarnir semjast um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald