placeholder
Innanlands

Sera lítið at fáa av toski á føroyska landgrunninum

Virðið á toski ár var tað minsta síðani byrjað varð í 1996. Men tað er framvegis nógv til av hýsu, staðfestir Havstovan eftir árligu yvirlitstrolingina.

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2026-09-04 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin.

Havstovan skrivar, at eftir hálini kann staðfestiast, at tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár.

- Tað minsta síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Toskurin var eisini rættiliga rak.

Kg per tíma av toski á yvirlitstrolingunum. Virðið í ár var tað minsta síðani byrjað varð í 1996.

Konditiónsfaktorur hjá toski og hýsu á yvirlitstrolingunum. Tá virðið er høgt, er fiskurin væl fyri/feitur. Tá virðið er lágt, er fiskurin illa fyri/rak.

Nøgdin av hýsu var minkandi, men framvegis stór. Tað er framvegis nógv til av hýsu, staðfestir Havstovan

- Hýsan var rættiliga rak í ár. Munandi partur av hýsuveiðuni var smáhýsa.

Kg per tíma av hýsu á yvirlitstrolingunum.

Nógv var at fáa av gulllaksi og svartkjafti, meðan nøgdin av upsa var áleið tann sama sum onnur ár, skrivar hav.fo. Nøgdin av longu var framvegis lítil og eisini var lítið at fáa av stóra kongafiski og trantkongafiski.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder