Eftir samanstoytin millum partrolararnar Eysturbúgvan og Vesturbúgvan í fjørvár, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar á partrolarunum, og niðurstøðan er púra greið: Ábøtur eru átrokandi á mongum av skipunum, sum í ov stóran mun als ikki standa mát, tá tað ræður um trygd á sjónum.
Nú skulu viðurskiftini fáast í rættlag í samstarvi millum reiðarí og Sjóvinnustýrið. Hesum boðar Sjóvinnustýrið frá í dag.
Stýrið er farið undir eitt átak, sum hevur til endamáls at bøta um trygdina í partrolaraflotanum. Ein kanning, sum Sjóvinnustýrið hevur gjørt av 12 av teimum 15 partrolarunum í flotanum vísir, tað haltar so mikið nógv við trygdarmannagongdum á einum parti av skipunum, at alneyðugt er at gera eitt serligt átak fyri at betra um trygdina á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð.
Reiðararnir hava fingið boð frá Sjóvinnustýrinum um tær ábøtur, sum krevjast, og í næstum fer stýrið at kanna, um viðurskiftini í hesum partinum av flotanum eru komin í rættlag.
Upprunin til átakið
14. apríl 2022 rendu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin saman á økinum við Wyville Thomson Ridge, einar 120 fjórðingar í ein útsynningsunnan úr Føroyum.
Stutt eftir samanstoytin sakk Eysturbúgvin og liggur nú á umleið 500 metra dýpi. Manningin á Eysturbúgvanum taldi sjey, og allir blivu bjargaðir umborð á Vesturbúgvan.
Kanningarnar av málinum, sum Den Maritime Havarikommissionin (DMAIB) hevur gjørt fyri Sjóvinnustýrið, lýsa málið væl, og tær snúgva seg í høvuðsheiti um umstøðurnar, ið elvdu til, at skipini rendu saman, og hví Eysturbúgvin sakk.
Les eisini: Skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði
Á síðu 29 í frágreiðingini vísir Sjóvinnustýrið á, at um illa vildi til, kundu vit mist mannalív. Tað er tí alneyðugt og sjálvsagt, at øll segl nú verða sett til fyri at minka um vandan fyri, at slík óhapp henda aftur.
Kanningin hjá Sjóvinnustýrinum
Eftir óhappið í apríl 2022 hevur Sjóvinnustýrið kannað 12 av 15 skipum, ella tað, sum svarar til 80 prosent av partrolaraflotanum, sum er virkin í Føroyum. Kanningin er óvísindalig, men hon er grundað á drúgt og gott samskifti millum sýnsfólk frá Sjóvinnustýrinum, reiðarar, sum varða av skipunum og - ikki minst - manningarnar á teimum 12 skipunum.
Úrslitini av kanningini eru sum heild ikki góð.
Umframt at kanna ymisk vanlig viðurskifti viðvíkjandi trygd á sjónum var serligur dentur lagdur á viðurskifti, sum beinleiðis ella óbeinleiðis høvdu ávirkan á orsøkina til, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin rendu saman. Sum kunnugt eydnaðist tað manningini á Vesturbúgvanum at bjarga manningini á Eysturbúgvanum eftir lítlari løtu, og Sjóvinnustýrið legði seg í kanningini somuleiðis eftir at gera eina meting av, um øll skipini í partrolaraflotanum høvdu kunnað gjørt teimum tað eftir.
Kanningini hjá Sjóvinnustýrinum vísir, at:
- bjargingarútgerðin umborð á partrolarunum er fyri stóran part í lagi, tó so eru einans 44 prosent av MoB-bátunum í lagi, og fleiri av teimum kunnu helst ikki flotast, um tað skuldi verið neyðugt
- einans 18 prosent av manningin gongur vakt sambært Vaktarhaldskunngerðini
- 90 prosent av skipunum hava ein brúgvavakts-alarm, sum virkar, og 60 prosent av skipunum brúka alarmin til tað endamál, sum hann er ætlaður til
Fyri at manning kann vera fyrireikað til neyðstøður, eru ásettar reglur um venjingar, sum skulu gerast regluliga. Kanningin vísir, at bara 45 prosent av skipunum gera regluligar venjingar.
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum (Fráboðan A) nr. 80 frá 15 juli 2016 ásetur, at alt arbeiði umborð skal leggjast til rættis soleiðis, at tað kann gerast á tryggan hátt. Hetta merkir, at váðametingar skulu gerast av arbeiðisstøðum, har vandi er á ferð fyri manningina.
Kanningin vísir, at 31 prosent av skipunum hava arbeiðspláss-metingar (APM) umborð, meðan einans 21 prosent av skipunum brúka APM regluliga.
Niðurstøðan av kanningini hjá Sjóvinnustýrinum er tí greið: Trygdin og arbeiðsumhvørvið umborð á partrolaraflotanum er ikki nøktandi fyri ein part av skipunum, og øll skipini høvdu ikki megnað tað, sum manningin á Vesturbúgvanum megnaði, nevniliga at bjarga teimum sjey monnunum innan fáar minuttir eftir, at Eysturbúgvin var sokkin.
Tí hevur Sjóvinnustýrið givið boð um, at ófullfíggjaðu trygdarumstøðurnar mugu og skulu fáast í rættlag, og stýrið vil somuleiðis gera greitt, at eftirlitsvitjanir verða gjørdar í næstum fyri at tryggja, at ábøturnar eru gjørdar.
- Sum siglingartjóð eiga reiðarar, manningar, manningarfeløg, undirveitarar og vit myndugleikar altíð at taka trygd á sjónum og arbeiðsumhvørvið umborð á skipum okkara í størsta álvara. Men tíverri er tað ein sannroynd, at vit mugu gera átøk fyri at fáa trygdina á sjónum fremri í raðfestingunum enn í dag. Vit í Sjóvinnustýrinum taka málið í størsta álvara, og vit eru í sambandi við allar partar við eittans endamáli: At betra um trygdina á sjónum og at verja mannalív, skrivar Sjóvinnustýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald