Innanlands

Sigla fast við alifóðri

Vit laga okkum eftir veðrinum, og tí fara vit viðhvørt norður um og viðhvørt suður um Ísland, tí vit skulu á Vesturlandið, sigur Jonhard Jóanesarson, skipari á Vermland

Jonhard Jóanesarson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jonhard Jóanesarson (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-01-12 21:16 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Við Vermland sigla vit mest millum Norra og Ísland við alifóðri. Fóðrið avskipa vit á trimum firðum á Eysturlandinum og á trimum firðum á Norðvesturlandinum. Vit laga okkum eftir veðrinum, og tí fara vit viðhvørt norður um og viðhvørt suður um Ísland, tí vit skulu á Vesturlandið, sigur Jonhard Jóanesarson, skipari, á Vermland.

- Skipið riggar væl og serliga, síðani vit fingu DP ísett. Tað vil siga, at vit hava síðuskrúvur bæði aftan og framman, so skipið syrgir sjálvt fyri at liggja á tí knattstøðu, vit leggja tað á. Tá vit koma umleið átta metrar frá aliflakunum, seti eg DP til, so liggur skipið stilt. Vit binda tí ikki skipið í flakarnar, sigur hann.

- Vit hava eisini fingið ísett eina nýggja flutningsskipan til fóðrið. Við gravmaskinuni hiva vit fýra sekkir í senn á 1000 kilo og seta teir á knívar, sum standa omaná eini silo í lastini.

Knívarnir skera posarnar upp og fóðrið dettur niður í siloina. Síðan verður fóðrið flutt gjøgnum rør heilt upp um flutningsbandið og dettur niður á bandið, sum síðani flytur tað umborð á flakarnar.

- Flutningsbandið hevur teleskop, so tað røkkur frá 20 og upp til 28 metrar frá skipssíðuni. Tí nertur skipið ikki við flakarnar, tá vit fylla teir, og vit klára at flyta eini 100 tons um tíman.  Vermland tekur 2150 tons, so tað tekur umleið 21 tímar at fáa fóðrið umborð á flakarnar. Harafturat fer øll tíðin at sigla millum flakarnar og firðirnar. Ísland er stórt, so tað tekur sína tíð at koma runt, greiðir Jonhard Jóanesarson frá.

Seks mans eru við Vermland og tvær manningar hoyra til skipið, og allir eru føroyingar. Teir eru umborð fýra vikur í senn.

Vermland lá á Hvalvík í síðstu viku ávegis til Íslands. Tá vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, og tíð var eisini til sang, Guds orð, bøn og signing.

Niels Andrias Mortensen í Streymnesi eigur Vermland. Skipið er bygt í 2008, er 90 metrar langt og 13,7 breitt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder