Innanlands

Siglandi fótbóltsmenn

Til Suðuroyar í ribbáti at spæla dyst móti Royn. Á veg heim aftur funnu teir grind. Ógloymandi fótbóltsferð

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-30 18:04 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár fór aðrudeildarliðið hjá B68 suður til Hvalbiar við ribbátinum Tornado II. Teir skuldu spæla móti Royn, og var tað bæði skjótari og lættari at fara við Tornado II enn við Smyrli, tá veðrið var til vildar.

Tá fótbóltsmenn nú eru farnir at sigla til dystir, var hóskandi at sjómanstrúboðarin var á Neshamri og heilsaði uppá spælararnar áðrenn fráferð.

Teir fingu øll góð ynskir og heilsaninna: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum.

So loysti hann endan á bátinum, sum setti ferð á og fór við sínum 600 hestum strúkandi suður gjøgnum fjørðin.

Úrslitið var, at teir vunnu dystin og ávegis heimaftur sigldu teir seg fram á eina grind, sum teir vóru við til at reka inn í Sandagerð, har hon legði beinini.

Ein ógloymandi ferð, siga spælararnir. Vónandi hava teir eisini fingið smakkin fyri sjólívinum og týdningin av sjómansmissión.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder