Innanlands

Siglir sement til Føroyar

Umleið einaferð um mánaðin kemur Golden Bay til Norðskála við sementi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-04-10 21:48 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit sigla við sementi frá Portland Cement í Ålborg í Danmark. Vit sigla mest til ymisk pláss í Danmark, Norra og so til Løvubetong her við Norðskála. Viðhvørt hava vit eisini siglt sement til Týskland og onnur lonnd.

Tað sigur stýrimaðurin á Golden Bay, Ben Wheeler, sum í síðstu viku lá við Norðskála við 3000 tonsum av sementi.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Skipið er serbygt til at sigla við sementi, sum verður pumpað umborð í Ålborg, og so pumpa vit tað í land aftur til keypararnar, sigur Ben.

13 mans eru við Golden Bay, sum umleið einaferð um mánaðin kemur til Norðskála við sementi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá nakrar av monnunum, sum koma úr ymiskum londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder