2020-10-28 14:40
Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava 1000 tons av góðari sild við til lands, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.
Talan er um góða stødd, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu.
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði byrjaði í gjár at landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Teir sluppu framat aftaná Tummas T, og hevði Finnur Fríði 1500 tons av sild við til lands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald