Innanlands

Sildakvotur útbýttar til vinnuligar royndir

3.500 tons av norðhavssild eru býtt til fimm av átta umsøkjarum

Jupiter hevur fingið part í royndarkvotunum (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

Jupiter hevur fingið part í royndarkvotunum (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-09-20 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fiskimálaráðið hevur nú útlutað 3.500 tons av norðhavssild, ið vóru sett av til vinnuligar fiskiroyndir, verður upplýst á heimasíðuni hjá ráðnum.

Tá umsóknarfreistin var av, vóru átta umsóknir komnar inn upp á tilsamans 7.600 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru fimm umsóknir játtaðar, sum hava fingið tillutað tey 3.500 tonsini, sum vóru tøk.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Av teimum fimm umsóknunum, ið eru gingnar á møti, verður avreitt til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka sildina á ein hátt, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Tær tríggjar umsóknirnar, ið ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar nakrar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar – í seinasta lagi 31. januar komandi.

Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:

Jupiter (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

Kósin - 1.100 tons

TG Seafood - 950 tons

Varðin Pelagic - 450 tons

Jókin (í samstarvi við Pelagos) - 500 tons

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder