Innanlands

Sisimiut - einasti flakatrolari í Grønlandi

Sisimiut hevur ligið í Føroyum í gjár og í dag. Nú verður farið til fiskiskap eftir svartkalva í Vesturgrønlandi

Ivan D. Olsen, skipari, á grønlendska flakatrolaranum Sisimiut (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Ivan D. Olsen, skipari, á grønlendska flakatrolaranum Sisimiut (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-05-23 20:58 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Sisimiut er bygdur í Bilbao í Spania, haðani vit fóru 9. mai í fjør. Vit kastaðu fyrstu ferð eftir svartkalva í Eysturgrønlandi, 9. juni, 2019. Skipið er ein kombineraður svartkalva- og flakatrolari. Vit hava umleið 1800 tons í rundum av toska- og hýsukvotu og nakað av upsa í Barentshavinum, meðan svartkalvin verður fiskaður í Vesturgrønlandi, sum oftast vestur móti markinum til Kanada. Harafturat hava vit eisini nøkur tons í Eysturgrønlandi.

- Vit kunnu vera 42 mans við, men eru vanliga umleið 34, tá vit fiska svartkalva, og nakrir fleiri, tá vit fiska tosk, sigur Ivan D. Olsen, skipari, á grønlendska flakatrolaranum Sisimiut.

- Skipið kom í flotan fyri gamla Sisimiut, sum varð seldur til Íslands. Hetta skipið er væl størri, tí tað er góðar 82 metrar langt og 17 metrar breitt og hevur ein MAN motor á 7400 HK. Lastin er 1800 rúmmetrar og lastar umleið 800 tons, sum standa á plattum. Vit royna við tveimum trolum og hava el-spøl, sum rigga væl, sigur hann.

- Eitt stórt skip hevur sum oftast betri møguleikar at fiska enn tey smærru, og tí kunnu vit fiska kvoturnar skjótari. Harafturat stendur allur hagreiddi og frysti fiskurin á plattum í lastini, so tað er sera skjótt at landa. Eg kann nevna, at vit nú hava landað 684 tons av flaki í Kollafirði í góðar 12 tímar. Bara seks landarar vóru umborð, so tað er stórur munur í mun til gamla Sisimiut, har nógvir landarar settu eskjurnar á plattar í lastini áðrenn plattarnir fóru upp á bryggjuna. Harafturat er øll vøran nú pakkað og merkt soleiðis, at hon er klár at senda til keypararnar, sigur hann.

- Grønlendingar hava síðstu árini bygt fleiri nýggjar og stórar rækjutrolarar. Hetta er fyrsti nýbygningur til Royal Greenland síðani ár 2000. Síðsta ár komu tveir nýbygningar, so nú er ein ávís endurnýggjan av flotanum hjá Royal Greenland í gongd. Sisimiut er tann einasti flakatrolarin í Grønlandi, so her eru vit einaráðandi, sigur Ivan, skemtandi.

- Ein tílík vitjan í Føroyum hevur fíggjarliga munadygga ávirkan í Føroyum. Vit landa, keypa proviant, trol, olju og ymiskt annað. Harafturat koma sum oftast smiðir og aðrir handverkarar umborð at gera ymisk arbeiðir. So grønlendsku skipini leggja óivað væl av peningi eftir seg í Føroyum, sigur Ivan.

Sisimiut bunkrar í Havn í dag og fer so beinleiðis til fiskiskap eftir svartkalva í Vesturgrønlandi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár. Menn vóru blíðir, og tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder