
Havnin í Hirtshals hevði leygardagin ein serligan gest. Talan var um farmaskipið Mykines, sum Smyril Line eigur.
Farmaskipið siglir vanliga millum Rotterdam, Føroyar og Ísland, men legði leiðina inn á Hirtshals orsaka av ringa veðrinum.
Samstundis sum Mykines lá í Hirtshals lá føroyska flaggskipið Norrøna, sum Smyril Line eisini eigur, eisini við bryggju í fiskivinnubýnum í Norðurjútlandi.
-
(Mynd: Hirtshals Havn)
-
Fyribils Ruth, sum Gullak Madsen hevur meðan bíðað verður eftir nýbygningi, lá eisini í Hirtshals um vikuskiftið (Mynd: Hirtshals Havn)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald