Sjúrðarberg kemur til Føroyar um mánaðarskiftið

Flakatrolarin Dorado, sum JFK Trol hevur keypt kemur til Føroyar um ólavsøkutíð

Mynd: Shipspotting

Mynd: Shipspotting

2020-06-29 20:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað gjørdist í dag alment at JFK Trol hevur keypt flakatrolaran Dorado, sum skal skrásetast í KLaksvík, og fáa navnið Sjúrðarberg.

- Vit hava keypt skipið, sum skal fiska tosk í Barentshavinum og í Irmingahavinum, har vit hava eina lítla kvotu eftir kongafiski, sigur Hanus Hansen í stuttari viðmerking við Portalin.

Reiðarin ynskir ikki at nevna nakrar keypsprís, men sigur at skipið er í góðum standi.

Sambært AIS skipanini hjá Fishfacts, so liggur Dorado í Cuxhaven, og Hanus Hansen, reiðari sigur at skipið skal málast og annað, áðrenn skipið kemur hendan vegin. Skipið verður í Føroyum um mánaðarskiftið juli/august.

Tvær manningar vera knýttar at skipinum, og talan verður um 50 mans, sum reiðaríið nú økir sítt manningartal við.

TDoroado er gamli Skálafjall, sum er ein flakatrolarin, og er bygdur á Skálaskipasmiðju í 1987.

Skipið hevur sama aldur sum Gadus, sum er hin flakatrolarin hjá JFK Trol.

Bæði skipini skulu fiska kvoturnar hjá JFK inntil tann nýggi, og munandi størri trolarin kemur í 2022.

 

[object Object]

Mynd: Skálafjall sum nýbygningur í 1987

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder