Innanlands

Sjúrðarberg komin á Klaksvík

Skal fiska botnfisk í Barentshavinum saman við Gadus

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2020-08-25 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin í dag kom nýggi flakatrolarin hjá JFK Trol á Klaksvík. Hann kemur úr Cuxhaven í Týsklandi har hann onkrar umvælingar eru gjørdar á hann.

Tað vil siga, Sjúrðarberg, sum trolarin eitur, er ikki nýggjur. Talan er um fyrrverandi Skálafjall, ið varð bygt á Skála í 1987. Trolarin var skrásettur í Polandi og æt Dorado, nú hann varð keyptur til Klaksvíkar. Skipið hevur eisini itið Beinir, Akraberg, Polonus og Tunu.

Sjúrðarberg skal fiska botnfiskakvotuna hjá JFK Trol í Barentshavinum saman við Gadus.

JFK Trol hevur annars bílagt nýggjan trolara, sum væntast liðugur einaferð í 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder