Uttanlands

Sjúrðarberg komin til Spania

Flakatrolarin Sjúrðarberg kom í gjár til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast

Sjúrðarberg kom í gjár til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast

Sjúrðarberg kom í gjár til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast

2024-03-29 19:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Sjúrðarberg kom í gjár til spanska býin Cangas, har skipið skal umbyggjast til at fiska botnfisk við Uruguay og møguliga við Afrika.

Tað var um hálvan mars at tað gjørdist alment, at reiðaríið Thor Fisheries í Hósvík hevði keypt Sjúrðarberg frá JFK í Klaksvík.

Sjúrðarberg hevði ligið á Klaksvík síðani skipið kom aftur úr Barentshavinum fyrst í februar, og tá segði JFK eisini manningina upp, sum taldi 40 mans.

Reiðaríið royndi eftir besta førimuni at flyta uppsøgdu manningina yvir á onnur skip í reiðarínum, og síðani Sjúrðarberg bleiv lagdur, hava nøkur útlendsk feløg hugt at skipinum.

Hálvan mars undirskrivaðu Thor Fisheries og JFK undir keypsavtaluna, og fáar dagar seinni fór Sjúrðarberg av Klaksvík, og setti kós móti Spania, har skipið skal umbyggjast. Væntandi kemur arbeiðið at taka umleið tríggjar til fýra mánaðir. 

Sjúrðarberg er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og hevur fyrr havt nøvnini, Skálafjall, Beinur, Akraberg, Dorado og Polonus.

JFK keypti Sjúrðarberg í 2020.

Skipið hevur seinastu árini hjálpt undanfarna Gadus at fiska kvotuna hjá reiðarínum í Barentshavinum, men eftir at JFK yvirtók nýggja Gadus í september í fjør, sum hevur munandi størri veiðuorku enn undanfarni Gadus, so hevði JFK ikki tørv á tveimum skipum meira til fiskiskapin í Barentshavinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder