Innanlands

Sjúrðarberg sett kós móti Føroyum

Nýggjasti flakatrolarin hjá JFK er ávegis til Føroya

2020-08-22 19:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Sjúrðarberg, sum JFK keypti fyrr í ár, hevur nú loksins sett kós móti Føroyum, eftir nógva seinking.

Sjúrðarberg skuldi upprunaliga koma á Klaksvík um ólavsøkutíð, men ymiskt arbeiði hevur gjørt, at skipið var seinkað úr Cuxhaven í Týsklandi.

Í gjár fór manningin eftir skipinum, og seinnapartin í dag loysti Sjrúðarberg, og setti kós móti Klaksvík, har teir væntandi verðua týsdagin.

Tá ið Sjúrðarberg er komin til Føroyar, skal hann riggast til, áðrenn hann fer til fiskiskap.

Sjúrðarberg er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og hevði uppruna navnið Skálafjall.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder