Innanlands

Sjúrður Tollaksson sleipast til Skagen

Trolarin, sum Varðin letur byggja, verður nú sleipaður til Skagen

Sjúrður Tollaksson verður nú sleipaður til Skagen, har skipið skal gerast liðugt (Mynd: Varðin)

Sjúrður Tollaksson verður nú sleipaður til Skagen, har skipið skal gerast liðugt (Mynd: Varðin)

2025-10-20 12:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er liðugtgjørdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen.

Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen hósdagin í hesi vikuni.

Skipið verður monterað og liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft skipasmiðjuni, og væntandi verður skipið leverað til Varðan seint á vári 2026, skrivar Varðin á heimasíðu síni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder