- Gravmaskinan er skift, tí hon var útslitin, eftir at hava koyrt í góðar 17000 tímar. Ein nærum nýggj er sett ístaðin, og nú eru teir í holt við at gera hana klára, so vit fáa lossað.
Tað segði skiparin á Hav Streymi, Jegvan Sundskarð, mánadagin tá teir lógu á Sørlafirði.
- Maskinurnar vera nógv nýttar og so standa tær á dekkinum í øllum veðri og allar árstíðir, so tær eru nógv útsettar fyri sjóroki, sigur hann.
- Ja, vit skifta gamlar maskinur út, men gamli skiparin sleppur vónandi at halda á eina tíð afturat, men hann skal helst ikki berast í land, sigur Jegvan skemtandi, sum í vikuni var 71 ár.
Hav Streym kom úr Norra sunnudagin og hevði 3350 tons av sand til Landsverk, sum fór upp á Sundi. Síðani fara teir aftur til Norra at lasta til Týsklands. So fara teir til Kaliningrad at lasta til Norra.
Teir hava nóg mikið at sigla við og sigla tað mesta í Norðureuropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald