2020-01-19 18:10
Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.
Stállínuskipið Ásur var heimahoyrandi í Tórshavn, og felagið P/f Hjallur við Tummas Ørv átti skipið, sum varð bygt á Skála skipasmiðju í 1965.
Ásur var líknandi skip sum Norðaldan, Hans Erik, sum seinni bleiv til Nim, og Borðoyanes í Klaksvík. Skipið kundi tó ikki frysta veiðuna umborð, men kundi eisini fiska við nót.
Hetta gjørdi eisini, at Ásur var størri í bruttotonsum enn systirskipini.
Ásur fekk tó ikki langa livitíð, tí 16. mars í 1967 sakk skipið á Sandoyarbanka eystanfyri Føroyar. Tann neyva staðsetingin var 61 42 n og 005 19 v, har skipið sakk. Øll manningin varð bjargað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald