
Í greinarøð næstu vikurnar, hyggja vit nærri eftir skipunum, sum vóru bygd á Skála skipasmiðju í 60’unum. Fleiri greinar eru at finna her.
Strandingur, sum varð bygdur á Skála Skipasmiðju, er framvegis í flotanum.
Tað var felagið P/f Langanes, sum lat línuskipið byggja, og skipið fekk heimstað á Strondum.
Strandingur varð skrásettur í føroyska flotanum tann 8. juli í 1963, og er skipið í dag 56 ár, og eitt av elstu línuskipunum í flotanum.
Síðan skipið varð bygt í 1963, er tað umbygt, og er høvðusmotorurin umvældur tvær ferðir. Fyrstu ferð í 1991, og seinnu ferð í 2005.
(Mynd: Skipalistin)
Tað var slóðbrótandi tá ið stállínuskipini vórðu bygd. Strandingur, sum í nógv ár hevði heimstað á Strondum, varð seinni seldur til Vestmanna, har skipið fekk navnið Vesturhavið. Reiðari er í dag Háldan Haldansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald