Innanlands

Skipasøla: Fingu eitt sera gott boð uppá Trónd í Gøtu

Sáttmáli um Trónd í Gøtu varð í gjár undirskrivaður millum Varðan og norsku keypararnar, sum yvirtaka skipið í mai mánað

Tróndur í Gøtu er seldur til eitt reiðaríð í Noregi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu er seldur til eitt reiðaríð í Noregi (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-15 18:45 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í gjár, at Varðin í Gøtu og norska reiðaríið K. Halstensen undirskrivaðu sáttmálan um Trónd í Gøtu, sum verður latin norska reiðarínum í mai mánaða.

Tróndur í Gøtu kom sum nýbygningur í føroyska flotan í mars mánað í 2010, og verður sostatt 14 ár innan skipið fer til Noregs.

Varðin er í løtuni í gongd við at byggja ein nýggjan Finn Fríða hjá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, sum verður latin Varðanum í mai mánaða.

Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða, men sum skilst kom eitt somikið gott boð uppá Trónd í Gøtu, at eigararnir valdu at taka av.

Meiningin var at selja Finn Fríða, sum hevur staðið á sølulistanum seinastu tíðina, men tað hevur ikki verið tann heilt stóri áhugin fyri skipinum, hóast reiðaríið hevur fingið nakrar fyrispurningar uppá skipið.

Finnur Fríði er bygdur í Noregi í 2003, og er sostatt farin yvirum tey 20 árini, og tí var tað nærliggjandi at selja hetta skipið fyrst. Hóast sín 20 ára aldur, er skipið í sera góðum standi.

Av tí at Varðin nú hevur selt Trónd í Gøta, so verður núverandi Finnur Fríði brúktur at fiska kvoturnar hjá Trónd í Gøta næstu tíðina, og er av tí sama tikin av sølulistanum aftur.

Ætlandi fer Varðin í gongd við at fyrireika ein nýbygning fyri Trónd í Gøta, sum Varðin nú hava selt, men enn er reiðaríið ongan veg komið, av tí at alt hendi so brádliga.

Av tí at alt hendi so brádliga er einki boð uppá hvat skal mynda nýggja Trónd í Gøtu ella hvar skipið skal byggjast.

Eigararnir hava verið sera væl nøgdir við Trónd í Gøtu seinastu 14 árini.

Skipið er teknað av norsku fyritøkuni Vik&Sandvik, sum í dag kallast Salt Ship Design, men tað er Karstensens skipasmiðjan, sum hevur bygt skipið, sum jú eisini byggir nýggja Finn Fríða, og hendan skipasmiðjan hevur sera gott orð á sær tá ið tað kemur til bygging av uppsjóvarskipum.

Søluprísin hava keypari og seljari avtalað ikki at upplýsa fyri miðlunum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder