Innanlands

Skipið er gott og fiskiligt

Tað sigur Líggjast Hansen um í løtuni nýggjasta línuskipið í føroyska flotanum, Jógvan I

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-12-21 07:47 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Atlantic, sum nú eitur Jógvan I, hevur verið besta línuskipið í Norra í fleiri ár. Skipið hevur verið nógv í vinnu og hevur stórt sæð bara verið í havn, tá landast skuldi. Vanliga komu vit inn, so landingin kundi byrja kl. 07.00. So bunkraðu vit og gjørdu tað, sum skuldi gerast, tí longu kl. 15.00 var vanliga liðugt at landa, og skipið við nýggjari manning á 16 mans, harav ein lærlingur, var klárt at fara nýggjan túr.

Tað sigur runavíkingurin, Líggjas Hansen, sum hevur siglt sum maskinmaður við Atlantic í fimm ár.

- Nú kunnu vit ikki altíð samanbera skip í sama skipabólki yvir um landamørk, tí bæði kvotur ella fiskidagar og veiðiøkir kunnu vera sera ymisk. Men eg má siga, at tað hevur gingist sera væl hjá Atlantic, og vit hava fiskað fyri umleið 100 norskar milliónir árliga í fleiri ár. Umframt vanliga heilfrysta fiskin, høvdu vit ofta 40 - 60 tons av toska- og hýsuflaki hvønn túr. Ja, vit flaktu eisini brosmu til ein ávísan keypara, sigur Líggjas.

- Eg vóni, tað fer at gangast væl hjá Jógvani I, hóast veiðileiðirnar hjá føroyingum neyvan eru líka góðar sum hjá norðmonnum. Skipið er bæði gott og fiskiligt, so tað verður spennandi, og eg havi lovað at siglt við fyrstu tíðina, sigur Líggjas.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og gav teimum bókakassa, skriftstað og ein geyma til sjónvarpið við nógvum kristiligum innihaldi á.

Skriftstaðið er frá sálmi 68,20: -Lovaður Harrin veri, dag eftir dag hann okkum ber, tann Guð, ið er frelsa vár.-

Ætlannin er at fara út at royna skipið millum jóla- og nýggjárs. Fyrst í januar er ætlanin at fara á Flemish Cap at royna, sigur Heri Henriksen, skipari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder