Innanlands

Skipini hava tænt fyri seg

Aqqaluk Ittuk og Angaja Ittuk liggja á Runavík og bíða eftir betri veðri. Tey eru á veg móti Frederikshavn, har tey skulu høggast upp

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-10-03 19:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Skipini eru frá fyrst í 1980-unum og eru bæði gomul og nógv brúkt, og tí hava tey takkað fyri seg. Vit eru nú ávegis móti Frederikshavn í Norðurjútlandi, har tey skulu høggast upp.

Tað sigur skiparin á Aqqaluk Ittuk, Poul Hansen.

-Aqqaluk Ittuk og Angaja Ittuk, sum Royal Arctic Line eigur, hava bæði siglt út til smáar bygdir ymsastaðni í Grønlandi við farmi. Bryggjurnar eru smáar í nógvum bygdum, og tí er tørvur á hesum støddum av skipum, sigur hann.

- Tvey nýggj skip koma ístaðin fyri hesi. Tey eru bygd í Spania og koma í hesum árinum. Tey eru eitt sindur longri og betri útgørd, so tað gleðir manningin seg til, sigur Poul Hansen.

- Hesi skipini eru gomul, tóm og ikki væl egnaði til at sigla millum lond. Tí liggja vit á Runavík og bíða eftir betri veðri og vóna at sleppa avstað mánakvøldið, sigur Poul Hansen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð fríggjadagin og heilsaði uppá manningarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder