Innanlands

Skjótur túrur hjá Akrabergi

Akraberg hevur fiskað í 18 dagar, og verða á Fuglafirði seinnapartin við fullari last

Akraberg (Savnsmynd: Atli Hansen)

Akraberg (Savnsmynd: Atli Hansen)

2019-07-16 16:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Akraberg, sum hevur verið til fiskiskap í russiskum sjógvi kemur á Fuglafjørð seint seinnapartin, har teir skulu landa.

Akraberg hevur fiskað í 18 dagar, og fiskiskapurin hevur verið góður. Kósin varð sett móti Føroyum frggjadagin.

Eyðun á Bergi, skipari, upplýsir, at teir hava 900 tons av avhøvdaðum og rundfrystum fiski, har meginparturin av veiðuni er toskur.

Eisini hava teir 400 tons av súrløgu við til lands.

Tá ið liðugt er at landa, verður riggað ti lat fara aftur til fiskiskap.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder