Skoraberg og Fuglberg landað gulllaks

Parið landaði yvir 200 tons í Klaksvík í gjár

Savns,ynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savns,ynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-28 20:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Skoraberg og Fuglberg landaðu gulllaks í Klaksvík í gjár.

Parið, sum hevur roynt vestanfyri, hevði yvir 200 tons av gulllaksi, sum teir landaðu í Klaksvík, og sum síðan varð koyrdur til Tavuna í Leirvík, ið keypir meginpartin av gulllaksinum frá teimum trimum prøunum.

Skoraberg og Fuglberg eru longu farnir aftur til fiskiskap, og ætlanin er aftur at fiska vestanfyri hendan túrin, har hini bæði pørini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og Polarhav og Stjørnan eisini fiska.

Eysturbúgvin og Vesturbúgivn hava sett kós móti landi, og skulu landa á Toftum í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder