Innanlands

Skrokkurin hjá Christian í Grótinum sjósettur í morgin

Fyrsti nýbygningur til føroyska uppsjóvarflotan í 11 ár

2021-06-19 11:41 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið hjá felagnum aftanfyri Christian í Grótinum, skal sjósetast í Póllandi í morgin.

- Skrokkurin verður sjósettur í morgin, og síðan tekur tað umleið fýra vikur áðrenn hann kemur til Skagen, har skipið skal gerast liðugt á Karstensens Skibsværft skipasmiðjuni, sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum.

Talan er um ein skrokk, sum er yvir 90 metrar langur, og 18 metrar breiður. Nýggja skipið verður størsti nýbygningurin, sum Kartensens Skibsværft hevur bygt.

Hóast hetta er ein stór løta hjá reiðarínum, so verður einki gjørt burtur úr, at skrokkurin verður koyrdur á sjógv.

- Vit gera einki burturúr í sambandi við at skrokkurin verður sjósettur, og heldur ikki at hann kemur til Skagen. Tó vera umboð frá reiðarínum í Skagen tá ið skrokkurin kemur har, men einki meira enn tað, sigur Bogi Ramussen við Portalin.

Tað, sum skal gerast við skrokkin áðrenn hann verður klárur at sleipast er, at brúgvin skal setast á, og so skal skipið endaliga gerast klárt til at sleipast til Skagen, og tekur sleipingin umleið tvey samdøgur, sigur Bogi Rasmussen at enda við Portalin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder