Innanlands

Skrokkurin hjá Akraberg kemur á Brattvåg í morgin

Skrokkurin kemur í morgin til norsku skipasmiðjuna Vard, har skipið skal gerast liðugt. Eftir ætlan verður nýggi Akraberg latin reiðarínum í summar

2022-01-24 18:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í morgin er stórur dagur hjá reiðarínum Framherja í Fuglafirði. Tá kemur skrokkurin hjá nýggja Akrabergi á Brattvåg nærhendis Ålesund í Noreg, har skipið skal gerast liðugt.

Upprunaliga var ætlanin, at skrokkurin skuldi koma fyrst í hesum mánaðinum, men tað er nakrar vikur seinkað, og í morgin kemur sleiparin Onyx við nýggja stoltleikanum hjá fuglfirðingum til norsku skipasmiðjuna Vard í Brattvåg.

Skrokkurin er bygdur í Rumenia.

[object Object]

Nýggi Akraberg verður 84 metrar langur og 17 metrar breiður, og skal fiska botnfisk og rækjur, og kunna gera súrløgu umborð. Nýbygningurin fer eisini at hava battarískipan, sum merkir at nýtsla kann gerast av elspølunum umborð. Sostatt kann skipið liggja við bryggju uttan at motorarnir eru frá.

Hetta er fyrsti nýbygningurin, sum Framherji letur byggja. Akraberg skal eftir ætlan latast reiðarínum í summar.

Vit vera á staðnum í Brattvåg í morgin, og myndir verða at síggja her á Fiskur.fo og Portalinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder