2021-06-25 06:36
Í gjár varð skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið Christian í Grótinum sjósettur í Póllandi.
Nú skal skrokkurin so endaliga fyrireikast til at verða sleipaður til Skagen, og tekur tað umleið fýra vikur, at gera tað síðsta klárt.
Talan er um ein skrokk, sum er yvir 90 metrar langur, og 18 metrar breiður. Nýggja skipið verður størsti nýbygningurin, sum Kartensens Skibsværft hevur bygt higartil.
Tað, sum skal gerast við skrokkin áðrenn hann verður klárur at sleipast er, at brúgvin skal setast á, og so skal skrokkurin sleipast til Skagen, og tekur sleipingin umleið tvey samdøgur.
Nýggi Christian í Grótinum skal vera liðugur fyrst í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald