
Mánadagin verður stórur dagur í Skagen. Skrokkurin hjá nýggja uppsjóvarskipinum, Christiani í Grótinum, verður sleipaður úr Gdynia í Póllandi, og mánakvøldið kemur hann eftir ætlan til Skagen á Karstensens Skibsværft, har skipið skal gerast liðugt.
Tað er sleiparin Formidable, sum sleipar nýggja stoltleikan hjá føroyingum, og í skrivandi løtu eru teir staddir nakað sunnanfyri Bornholm. Tað gongur ikki skjótt. Formidable hevur sambært Marinetraffic eina ferð upp á 7,6 sjómíl.
Einki hátíðarhald verður í Skagen mánadagin í sambandi við at skrokkurin kemur, tó at okkurt umboð frá reiðarínum verður til staðar á bryggjuni.
Nýggi Christian í Grótinum skal vera liðugur í januar og kostnaðurin er umleið 300 milliónir krónur.
Hetta er fyrsta uppsjóvarskipið sum føroyingar lata byggja í 12 ár. Nú eru fleiri tó trý onnur á veg. Talan er um P/F Havborg og JFK, sum hava bílagt hvør sítt skip fyri 400 milliónir úr Turkalandi og Framherji, sum letur skip byggja fyri 317 milliónir hjá norsku skipasmiðjuni Vard.
-
(Mynd: Paweł Porala / Karstensens Skibsværft)
-
(Mynd: Paweł Porala / Karstensens Skibsværft)
-
(Mynd: Paweł Porala / Karstensens Skibsværft)
-
(Mynd: Paweł Porala / Karstensens Skibsværft)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald