Talan verður um størsta uppsjóvarskipið í norska flotanum higartil, nú tað er selt til Norra. Sum skilst er keypsprísurin umleið tann sami, sum skipið kostaði at byggja í 2016.
Ruth í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Seinastu dagarnar hevur nýggi Slaaterøy ligið í Skagen, har skipið eitt nú er málað og nú hevur fingið litirnar hjá nýggja reiðarínum.
Leygardagin verður so høvið at síggja nýggja flaggskipið í norsku uppsjóvarvinnuni, tá ið Slaaterøy kemur til Norra fyri fyrstu ferð.
Tað er felagið K. Halstensen, sum hevur keypt danska uppsjóvarskipið frá Gullak Madsen, sum samstundis hevur yvirtikið gamla Slaaterøy, sum er bygt í 1997, sum reiðaríið skal brúka at fiska kvoturnar hjá felagnum inntil nýggja Ruth verður latin næsta summar.
Sum skilst táttar kostnaðurin á nýggju Ruth í 300 milliónir tá ið er klárt at lata Ruth A/S við Gullak Madsen úr Kvívík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald