
- Meginparturin av veiðuni er stórur og góður toskur, og so er nakað av hýsu. Tí er slagið gott, men nøgdin er tíverri ov lítil.
Tað segði skiparin á ísfiskalínuskipinum Váðasteini, Tórhallur Klæmintson Jacobsen. Teir landaðu á Toftum í síðstu viku
- Vit hava 500 kassar, sum vit fingu í níggju dagar. Veðrið hevur verið stak vánaligt, ja, upp í ódn, men vit hava roynt allar dagarnar. Vit byrjaðu vestanfyri, men streymurin harnaði, og so fluttu vit norður um, segði hann.
- Tað var nærum sami fiskiskapur vestanfyri sum norðanfyri, men tað er lættari at draga norðanfyri, tá streymurin er harður, og tá veðrið er vánaligt, segði Tórhallur Klæmintson Jacobsen.
Teimum umborð á Váðasteini og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald