Vørn skrivar í dag á heimasíðu sínari:
- Sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2020, var felags atgongdin at fiska makrel í ES-sjógvi 12.806 tons. Hesi tonsini eru nú fiskað og tískil kunnu skip ið høvdu part í felags atgondini, ikki fara til fiskiskap eftir makreli í ES-sjógvi.
Les eisini: Uppsjóvarskipini rokast í ES-sjógvi
Í útvarpstíðindum klokkan 14 varð sagt, at øll tey føroysku nótaskipini uttan Fagraberg og Norðberg, hava roynt eftir makreli vestanfyri Hetland í nýggjá árinum, og at øll longu eru fullfermd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald