Fyri fyrstu ferð nakrantíð ber nú til at síggja, hvussu laksalúsin mennist frá at verða klakt, til hon er vaksin. Fiskaaling hevur tikið stig til at framleiða filmin ”The Salmon Lice Life Cycle” í samstarvi við altjóða Sealice ráðstevnuni.
Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari á P/F Fiskaaling, telist millum tey, ið hava størstu vitanina um laksalús yvirhøvur. Hon hevur ofta fýlst á, hvussu tað kann vera trupult at greiða frá og vísa, hvussu laksalúsin mennist yvir heili 8 ymisk stig.
– Til dømis, tá laksalúsin ferðast frítt í sjónum er hon so lítil, at tað ber ikki til at fylgja og dokumentera broytingarnar millum menningarstigini. Seinni tá hon so setir seg á laksin verðu sjálvandi lættari at síggja og avmynda lúsina, sigur Kirstin Eliasen.
Loysnin hevur verið at framleiða ein teknifilm, sum er gjørdur við vegleiðing frá fremstu lúsagranskarum í heiminum. Tað er reklamuvirkið Høgra, sum hevur sniðgivið og framleitt filmin.
Við hesum filminum verða møguleikarnir at undirvísa og kunna um laksalúsina munandi betraðir, sigur Kirstin Eliasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald