2021-07-07 20:56
Skipini hava flutt seg úr føroyskum sjógvi norður í altjóða sjógv.
Norðingur landaði í gjár umleið 330 tons av makreli, og í dag kom Borgarin inn við umleið 100 tonsum av makreli.
Skipini hava fiskað norðanfyri í føroyskum sjógvi, men sigast kann ikki at talan hevur verið um rokfiskiskap.
Seinastu dagarnar er makrelurin minkaður niður í einki á feltinum, og skipini hava nú flutt seg norður í altjóða sjógv, har eisini íslendsk og russisk skip fiska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald