Innanlands

Smáligur makrelfiskiskapur í føroyskum sjógvi

Føroysku skipini hava leitað seinastu dagarnar, men lítið er at síggja

Gitte Henning 1 á makrelfeltinum fyrrapartin (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gitte Henning 1 á makrelfeltinum fyrrapartin (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-09-18 11:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Makrelskipini, sum fiska makrel norðanfyri, hava smáligan fiskiskap í føroyskum sjógvi í løtuni.

Gitte Henning 1, Hoyvík, Fram og Tummas T leita í føroyskum sjógvi, meðan Norðingur, Katrin Jóhanna og Høgaberg fiska í norskum sjógvi.

Sum skilst fáa skipini eitt sløð í norskum sjógvi, meðan skipini, sum fiska i føroyskum sjógvi einki síggja av makreli.

Veðrið er gott á leiðini, 12 metrar um sekundið og ættin er útnyrðingur vestan.

Norðingur og Katrin Jóhanna byrjaðu túrin í føroyskum sjógvi, men fóru í norskan sjógv í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder