Innanlands

Smáligur rækjufiskiskapur í russiskum sjógvi

Enniberg og Akraberg eru báðir á rækjuveiðu í russiskum sjógvi

Enniberg á rækjuveiðu (Mynd: Jákup Joensen)

Enniberg á rækjuveiðu (Mynd: Jákup Joensen)

2020-03-31 20:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyski trolararnir Enniberg og Akraberg, sum fyri tað mesta fiska botnfisk í Barentshavinum, eru í løtuni á rækjuveiðu.

Enniberg byrjaði fiskiskapin á Gásabankanum, sum er í russiskum sjógvi, men har minkaði fiskiskapurin burtur í einki, og tí tóku teir avgerð um at fara longur norður í russiskum øki.

[object Object]Enniberg á rækjuveiðu í russiskum sjógvi (Mynd: Eyðun á Bergi)

Teir hava roynt í átta dagar, og hava 80 tons av rækjum. Við Enniberg eru 20 mans, og skipari er John Mikkjal Godtfred. Veðrið er gott á leiðini, men tað er kalt, eini 13 kuldastig.

Akraberg, sum roynir á somu leið hevur verið nakað longri til fiskiskap enn Enniberg, og har umborð lata teir líka illa at fiskiskapinum.

[object Object]Akraberg á rækjuveiðu í russiskum sjógvi (Mynd: Jákup Joensen)

Arctic Viking, sum er einasti rækjutrolarin, sum livir av rækjufiskiskapinum, hevur júst landað 478 tons av rækjum í Íslandi, sum teir hava fiskað í Eystur Grønlandi. 

Arctic Viking setir kós móti Føroyum so skjótt teir hava landað, har teir skulu skifta manning áðrenn farið verið aftur til fiskiskap. Sum skilst skulu teir eisini gera okkurt smáarbeiði hjá Mest í Havn. Arctic Viking verður á Havnini hóskvøldið.

[object Object]Arctic Viking (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Viking byrjaði fiskiskapin tann 18. februar, og fer til fiskiskap á somu leið, sum Enniberg og Akraberg fiska í løtuni, tá teir loysa av Havnini aftur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder