Innanlands

Smáligur svartkjaftafiskiskapur í løtuni

Skipini royna norðanfyri og tætt móti markinum til ES sjógv

Tilvildarlig mynd (Mynd: Kiran Jóanesarson/ Sverri Egholm)

Tilvildarlig mynd (Mynd: Kiran Jóanesarson/ Sverri Egholm)

2020-05-28 06:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Svartkjaftatíðin er í hæddini, men lítið er at fáa í løtuni.

Føroysku uppsjóvarskipini, sum fiskað svartkjaft hesa árstíðina, royna í løtuni norðanfyri og móti markinum ES sjógvi.

Seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin verið smáligur, og einki skip hevur boðað frá landing í Fuglafirði, har Havsbrún virkar svartkjaftin, og tekur ímóti meginpartinum av veiðuni, sum skipini fiska.

Næraberg landar 3200 tons av svartkjafti í Kollafirði, og tá ið teir hava landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.

Um vikuskiftið landaði Borgarin til Havsbrún, men síðan tá hevur eingin landing verið.

Svartkjaftatíðin plagar at halda fram nakað inn í juni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder