Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld.
Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð, sigur Smyril Line í fráboðan.
Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran.
Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.
- Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi, sigur reiðaríið.
Sambært Ritzau tíðindastovuni er deyði maðurin í 30'unum og ein maður, sum er komin álvarsliga til skaða, er í 40'unum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald