
Í dag yvirtók Smyril Line Glyvursnes á Fayard skipasmiðjuni í Munkebo.
Smyril Line hevur keypt farmaskipið "Seagaard" frá finska reiðarínum Bore Ltd. Glyvursnes er nú skrásett í FAS og verður liggjandi á skipasmiðjuni til 30. desembur, tá kósin verður sett móti Føroyum.
Skipið varð bygt í Týsklandi í 1999, og er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt.
Skiparar á Glyvurnesi eru Óli Hammer úr Havn og Eljón Poulsen ættaður úr Ljósáum, búsitandi í Kaldbak.
Glyvursnes skal røkja rutuna, sum "Mistral" hevur røkt millum Havnina, Þórlakshöfn og Hirtshals.
Við yvirtøkuni av Glyvursnesi, eigur Smyril Line øll skipini í felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald