Innanlands

So er klárt til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa frá JFK

Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir sum verða latnar til sjúkrahúsið, røktarheim og onnur heim í Klaksvík

Hanus Hansen her sum kokkur á Sjómannadegnum fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus Hansen her sum kokkur á Sjómannadegnum fyri nøkrum árum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-19 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin og JFK hevur havt fleiri folk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.

Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at aftur í ár er útvega onkur nýggj maskina, soleiðis at tað fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki.

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum vitja í Klaksvík á Sjómannadegnum.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyri 6. ferð er Craig Lewis við á Sjómannadegnum, og hann sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur saknað henda árliga túrin til Føroyar og Klaksvíkar, nú Sjómannadagurin hevur verið avlýstur, men hann er tilreiðar at borðreiða upp ímóti 10.000 portiónum til vitjandi leygardagin.

Um Cavin Lewis kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Cavin Lewis, sum tíanverri ikki kundi koma til Klaksvíkar í ár. Craig býr og arbeiðir í London.

Men í ár er eisini ein nýggjur kokkur við í Klaksvík, Charlie Collins. Hesin vann í 2020 Drywite Young Fish Frier of the Year Competition, sum var hildin í sambandi við National Fish & Chip Awards í 2020. Charlie Collins er 26 ár, og býr í Lecester, har hann hevur tvær Fish and Chips shoppir.

[object Object]Craig Lewis og Charlie Collins

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á til ikki fleiri fólk eru á økinum.

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latin til sjúkrahúsið, røktarheim og onnur heim í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder